Ein 31 ára gamal spaniumaður er handtikin í Pinoso í Alicante og er nú undir illgruna fyri sjálvur at hava sett eld á hundin hjá sær. Hetta kann koma at kosta hundaeigaranum trý ár handan rimarnar. Stakkals hundur hevur álvarslig brunasár yvir stóran part av rygginum, eftir at eigarin sambært sponsku løgregluni helst hevur stoytt okkurt eldfimt oman yvir ryggin á honum og síðan hevur fest eld í.
Løgreglan í Spania hevur handtikið 31 ára gamla hundaeigaran, sum nú verður skuldsettur fyri sjálvur at hava sett eld á hundin hjá sær.
Umframt brunasárini, sum hundurin hevur eftir øllum rygginum, er hann eisini brendur nakað niður eftir beinunum og niður eftir halanum.
Tað vóru fólk, sum sóu hundin koma rennandi við nógvari ferð eftir gøtuni - logandi. Tað eydnaðist teimum tíbetur at steðga hundinum og sløkkja eldin.
Tað eydnaðist eisini at finna hundaeigaran, sum tók hundin við sær til djóralækna.
Tá løgreglan frætti um hendingina, leitaðu tey upp hundaeigaran, sum beinanvegin varð mistonktur fyri illgerðina, og hann varð síðan handtikin.
Sambært spaniavisen.no kann hundaeigarin nú vænta sær trý ára fongsulsrevsing fyri dýraplágarí.










