Setti eld á ruskbingju hjá barnagarði

Ein maður liggur á politistøðini og skal avhoyrast seinni

Løgreglan hevur tikið ein mann í nátt fyri at sett eld á eina ruskbingju í einum barnagarði.

Hann hevur eisini brotið ein rút, men aftan á sóu fólk hann fara inn á økið hjá einum barnagarði, og har setti hann eld á eina ruskbingju til plast.

Men av tí at fólk sóu tilburðin, komu tey til og fingu sløkt eldin.

Men maðurin varð handtikin og settur í varðhald til í dag, nú hann skal avhoyrast.

 

Annars hevur løgreglan havt úr at gera í nátt í sambandi við full fólk. Talan hevur verið um at fólk eru farin til hendurs, talan hevur eisini verið um húsaófrið og talan hevur eisini verið um at koyra full fólk til hús, sum ikki hava verið før fyri at vinna upp hús sjálvi.