Fyri bara einari viku síðani var tað ein púrasta opin spurningur, hvør skuldi fylgja við KÍF í FM-finaluna í manshondbólti.
Síðani er VÍF vaknað, og við sigrum á StÍF og H71 hava teir gulu vunnið sær nøkur serstakliga týðandi stig. Og tá H71 og Kyndil samstundis hava snávað, tykist finaluvegurin nú aftur opin hjá VÍF.
Í dag taka vestmenningar móti Team Klaksvík, og har er heimaliðið risa-favorittur. Liva teir gulu upp til favoritt-heitið, vinna teir seg upp á 24 stig, og so verður trupult hjá hinum liðunum at nærkast av álvara.
Í Havn vitjar KÍF hjá Neistanum .KÍF er framvegis ikki heilt víst í finalusessinum, og eingin ivi er um, at teir ætla sær at avgreiða tann spurningin sum skjótast.
Báðir dystirnir í Atlantic Airways-deildini byrja klokkan 16.