FLOKSTING
Ein av gestanum á Flokstingi Tjóðveldisfloksins, sum er aðalfundurin hjá flokkinum, var Josef Motzfeldt.
Hann er formaður fyri Inuit Ataqatigiit, sum er at rokna sum grønlendski loysingarflokkurin.
Inuit Ataqatigiit samstarvar við Tjóðveldisflokkin í Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi.
Í sínari røðu nevndi Josef Motzfeldt, at Føroyar og Grønland vóru sett út á eitt síðuspor av dønum.
Hann greiddi frá, at tey í Inuit Ataqatigiit saman við øðrum kreftum í Grønlandi arbeiða hart fyri at gera Grønland minni bundið av dønum ? bæði fíggjarliga og tjóðskaparliga. Arbeitt verður í løtuni við einari tvey ára ætlan, eftir at ein serlig sjálvstýrisnevnd hevur gjørt eitt fyrireikandi arbeiði.
?Vit hava altíð hildið upp á, at grønlendingar eru ein serstøk tjóð, sigur Josef Motzfeldt.
Josef Motzfeldt sær nógv eins viðurskifti gera seg galdandi fyri Grønland og Føroyar.
?Hetta, okkara felags mál, kann vera íblástur hjá øðrum um ikki at geva upp, sigur Josef Motzfeldt.
Eisini eitt umboð fyri íslendska bróðurflokkinum hjá Tjóðveldisflokkinum luttók á Flokstinginum. Talan er um Vinstra Grænna flokkin, sum vann nógvar atkvøður við seinasta Altingsval í Íslandi. Formaðurin Steingrímur Sigfússon kundi ikki koma, men eitt umboð fyri ungmannafelagið hjá flokkinum luttók á Flokstinginum
Ìslendska umboðið tosaði á Flokstinginum á íslendskum, og hann segði seg fegnast stórliga um støðutakanirnar hjá Tjóðveldisflokkinum og teirra arbeiði fyri einum fult sjálvstøðum Føroyum.