Fróðskaparsetur Føroya er eitt lítið og livandi universitet, sum fegið vil hava fleiri lesandi. Hetta var høvuðsboðskapurin í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.
Og fyri at peppa tiltak og ímyndina vóru føroysku granskarnir farnir í samstarv við fremstu nøvnini innan føroyskt undirhald og føroyskan tónleik.
Bogi Hansen, havfrøðingur, greiddi frá um Náttúruvísindadeildina, sum í summar bjóðar tríggjar útbúgvingar, eina nýggja KT útbúgving, eina nýggja samansetta hav- og jarðfrøðisútbúgving og so vanligu lívfrøðiútbúgvinga, sum tó er meira smidlig enn vanligt, tí tað verður møguleiki at velja modulir frá hinum báðum útbúgvingunum.
Føroyamálsdeildin tekur eisini ein flokk inn, men hóast fígging nú er til ein flokk á søgu- og samfelagsdeildini, er fíggjarlógin komin so seint, at ein flokkur ikki kann takast inn fyrr enn fyrst í komandi ári.
Á leið 40 ung vóru komin at lurta eftir framløgum, skemti og tónleiki. Og sambært Eir í Ólavsstovu, fyriskipara, var talan um ung, sum umhugsaðu Fróðskaparsetri.
- Eg hevði kanska vænta, at Jákup Weihe og Boys in a Band fóru at tiltrekkja ungfólk, sum mest komu at lurta eftir teimum, men so var ikki. Tey sum komu, komu fyri at hoyra um møguleikarnar á Setrinum.