Fróðskaparsetrið
tíðindaskriv
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa, saman við kunningarstovunum í Suðuroy, á Sandi, í Vágunum, í Fuglafirði, fyri fyrilestrarøðini Setrið á ferð. Hetta er tiltak í sambandi við at Fróðskaparsetrið fyllir 40 ár fríggjadagin 20. mai.
Sekstandi fyrilesturin í røðini verður í hølunum hjá Tvøroyar Klubba mikukvøldið 9. november klokkan 20. Tá fer Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum á Føroyamálsdeildini, at halda fyrilesturin Kvinnur og kvæði
Eru serlig kvinnukvæði? Hava tey kvæði, sum konur kvóðu fyri kvæðasavnarunum, serlig eyðkenni? Hava kvinnurnar í kvæðunum, sum hesar konur kvóðu, serligar leiklutir? Hesir og aðrir spurningar verða lýstir í fyrilestrinum Kvinnur og kvæði. Ein fimtingur av informantunum, t.e. tey sum skrivaðu og kvóðu fyri teimum, sum savnaðu kvæðini í Føroya kvæðum, eru konufólk. Tær kvóðu millum eitt og seks kvæði fyri uppskrivaranum, til samans eru 52 ymisk kvæði uppskrivað eftir konur.
Fyrilesturin viðger repertoirið hjá trimum vágskonum: Birthe Sofie Jacobsdatter, Birita á Mýri 1805-79, Anne Sofie Joensdatter á Skála 1822-63 og Kristjane Schröder 1802-73.Birita og Anna Sofía kvóðu fyri V. U. Hammershaimb í 1848. Kristianna skrivaði sjálv síni kvæði niður. Tey flestu av hesum kvæðum standa saman við teimum, sum Svabo, Jóhannes í Króki, dr. Jacobsen og fleiri savnaðu, í kvæðasavninum Føroya kvæði.
Malan Marnersdóttir er útbúgvin bókmentafrøðingur frá Universitetinum í Keypmannahavn. Í 2002 vardi hon doktararitgerðina Hvør av øðrum við Universitetið í Århus. Hon var tilnevnd professari í bókmentum 1. apríl 2004.