Setningurin væl og virðiliga greiddur

Bæði í Vágum og á Argjum fegnast tey um uppflytingina, sum ivaleyst fer at bera nýggj og størri krøv við sær

Fótbóltur

 

Hóast eitt umfar restar í næstbestu deildini, so fekst leygardagin greiða á næstan øllum spurningunum. Tann einasti, sum framvegis er ósvaraður, er, um tað verður 07 Vestur ella AB, sum fer at vinna gullkrónurnar og steypið.

Sjálvandi vilja tey í Vágum og á Argjum fegin vinna deildina, men felags fyri bæði 07 Vestur og AB er, at feløgini hava rokkið málið, sum tey undan kappingarbyrjan settu sær, nevnliga at vinna sess í fremstu deildini.

07 Vestur fekk ikki hol á fyrrenn 40 minuttir vóru farnir, og tað var merkisvert. NSÍ spældi allan 1. hálvleik við níggju monnum, sum hildu tætt heilt leingi.

- Tað var ongantíð nakar spurningur um, hvat liðið fór at vinna. Vit høvdu bóltin mesta partin av tíðini, og hóast teir tíðliga í 2. hálvleiki minkaðu um munin til 2-1, so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða, siga tey í Vágum.

Tveir spurningar troðka nógv á í Vágum. Annar er, at tað verður neyðugt at styrkja liðið, um vánirnar at standa seg skulu vera til staðar. Hin spurningurin er, hvussu tað verður við vallar umstøðunum. Kravið er, at liðini, sum spæla Formula fótbólt, skulu hava trý hundrað áskoðarasetur. Um kravið skal uppfyllast í Vágum, so skulu teir arbeiða skjótt har vesturi.

Tíðin, tá ið FSF gav undantaksloyvi frá hesi regluni, er farin. Tí hevur verið nevnt, at tað kanska verður neyðugt hjá 07 Vestur at spæla heimadystirnar í Streymnesi, um tað ikki ber til at fáa setur til næsta kappingarár.

Á Argjum eru tey serliga fegin um, at tað hevur eydnast at røkka uppflyting við liði, sum í stóran mun er mannað við ungum argjadreingjum.

- Málið er rokkið. Vit løgdu fyri við óroyndum hópi, og so høvdu vit nakrar royndar spælarar afturat. Liðið hevur verið væl samanspælt, og spælararnir hava ment seg so líðandi. Trýstið hevur verið stórt, men spælararnir hava megnað at loysa uppgávuna, staðfestir AB venjarin Allan Mørkøre.

Í síðsta umfari skal 07 Vestur spæla í Gundadali ímóti HB, og AB skal spæla á Svangaskarði ímóti B68. Fyrsta bríkslið verður klokkan 13, og fram ímóti klokkan 15 verður tað greitt, um tað verður 07 Vestur ella AB, sum fer at vinna deildina.

VB/Sumba hevði undan vitjanini í Leirvík framvegis møguleika fyri at vinna uppflyting. Møguleikin var lítil, og vónbrotið eftir heimatapið mikudagin ímóti 07 Vestur var stórt. Tað sást í Leirvík, har heimaliðið var bragdligari og vann 2-0.

VB/Sumba hevur vunnið bronsumerkini, og hóast TB megnaði eitt stig á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, so megnar TB ikki at fáa VB/Sumba aftur. Spurningurin er nú, um TB næsta ár verður partur av FC Suðuroy, sum ætlanin er, at VB/Sumba skal eita eftir regluliga aðalfundin eina ferð í vár.

At KÍ legði rygg til 8-1 stórtap á Argjum bar við sær, at klaksvíkingar aftur í ár fluttu niður. Í fjør fluttu teir niður, men tá fluttu teir beinanvegin uppaftur, tí SÍ og FSV løgdu saman í 07 Vestur.

EB/Streymur hevur havt góðan endaspurt, men 2-2 á heimavølli ímóti B68 var ikki nóg mikið. Eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini noyðist næstbesta liðið hjá EB/Streymi, sum hevur verið mannað við ungum spælarum, at flyta niður aftur í 2. deild.