Setningur uttan má

Málið er vorðið so fátækt. Og tað bara versnar. So fátækt, at tað má hava jólahjálp.
Men tey, sum ditta sær at royna at hjálpa, verða kallað mál­fasistar, málpoliti ella okkurt verri enn tað.
Fólk hava rætt og frælsi, eis­ini í einum ófrælsum hjálandi, at snakka og skriva/smsa sum teim­um lystir. Tað rakar ongan. Uttan tey, sum eru góð við málið.
Og fólk tosa heldur ikki saman longur. Tey skriva saman. Og tá okkara skriftmál styðjar seg til danskt talumál, fær ikki verið annað enn illa statt, megakrisa.
Eingin dugur at skriva før­oyskt, so fólk gera bara sítt egna skriftmál so frægt sum tey duga, uttan ð, tí ð er ein útjaðara­bók­stavur, sum ikki er til í altjóða teldum. Eitur nakað land Ð?
Eg eiti ikki longur Høgni, men Hoegni, á ferðaseðlum og øðrum kravdum skjølum, sum nú bara fáast úr teldum. Navnið spillir ongan, sum longu er spiltur. Heldur ikki, tá navnið verður tal­gilt og digitalt og teldutøkt og kann smsast út um allar geilar.
Ein onnur orsøk til, at eingin rakar málið á degnum, er, at alt hevur nú so øgiligan skund. Alt skal vera stutt og skjótt og stytt og skjótari.
Fyrr søgdu vit, at okkurt var opið dag og nátt hvønn dag í vikuni.
Tildømis virkar fólkaræðið dag og nátt allar dagar, eisini leygardagar og sunnudagar og halgidagar og jólaaftan og sein­asta framløgudag í løgting­inum, og ikki minst, tá misálit eru.
Nú siga vit bara: fólkaræðið er 24/7. Tað er ikki bara 24.juli, men 24 tímar og sjey dagar, sum sagt altíð. Og so gott, tað er. Hvar vóru vit uttan fólkaræði 24/7? Illa var statt, bara misnøgd og mót­mæli og grenj og yvirlýsingar og meira misnøgd.
Fyrr søgdu vit, at sangbólkurin Flamma skuldi hava konsert leygar­kvøldið. Nú skal Flamma í eldin leygarkvøldið.
Ein fyrimunur við hesari elendig­heitini er, at orðabøkurnar verða nógv minni og ikki so tungar og drúgvar at leita í.
Havi annars frætt, at ein nýggj orðabók er júst farin til prent­ingar, so hon kemur í jóla­bóka­rúgvuna.
Hetta er orðabók um fót­bólts­mál, málið hjá teimum, sum dagliga tosa um fótbólt. Orða­bókin, Beinrakta mál, verður átta síður.
Mótmæli upp í brúdleypar fara at koma, tá hjúnabandslógin skal broytast til tað verra, tí nú skulu fleiri sleppa at gifta seg. Fleiri sleppa sjálvboðin at glíða út í óførið við ælaboga fyri eyguni.
Rentustuðulin minkar. Tí er neyðugt at hækka kirkjuskattin, so Guds hús fáa goldið sínar rentur umframt keisaranum tað, sum keisarans er.
Tá gjørt verður upp dómadag í evsta skiftirætti, skal helst eingin skuld vera, tí tá verður ikki tikið við skuld.
Onnur tíðindi eru, at tað er heilsu­skaðiligt at arbeiða. Arbeiði skuldi verið forboðið í arbeiðs­tíðini. So leingi loyvt er at festa sær í, at fara út í tún at fáa sær fríska luft í arbeiðstíðini, er arbeiði skaðiligt.
Tí fáa arbeiðsgevarar so nógv sjúkuboð í arbeiðstíðini.
Tað er fyribyrging og heilsu­nýskipan at mæla fólki frá, nei, forbjóða fólki at arbeiða. So sparir heilsuverkið nógvar pengar.
Í fótbólti, sum ikki bara er undir­hald og sorg og gleði, men eisini vísindi, er stuttligt hjá nørdum at gera hagtøl um alt í prosentum og minuttum og sekundum og bleytum banan­bóltum.
Eisini hvussu nógv skot eru móti málinum. Og ikki bara tað, men eisini, hvussu nógv skot raka málið. Júst tað er lætt í kvinnu­fótbólti. Skot, sum raka málið, eru líka nógv sum málini. Fær eitt lið fimm mál, vóru skotini, sum raktu málið, fimm.
At raka málið er ein setningur uttan mál. Eingin veit, hvar mál­ið er. Tað er horvið. Sendarin navn­leys/ur.