Setir trygdina hjá sjúklingum í vanda

Hvussu leingi sleppur Sirið Stenberg at spæla sær, uttan at Javnaðarflokkurin setur so mikið sum eitt spurnartekn við framferðina

Nú verður eisini trygdin hjá sjúklingum løgd á roulettina hjá Tjóðveldi. Tað sigur Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins, nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur boðað frá, at landslæknin skal yvirtakast á føroyskar hendur.

 

Sirið Stenberg boðaði herfyri frá, at hon hevur sett sjøtul arbeiðið at yvirtaka landslæknan. Hon segði, at ætlanin er at skipa ein fólkaheilsumyndugleika, sum skal vera føroyski fakmyndugleikin á heilsuøkinum. Og ein føroyskur landslækni skal verða krummtappurin í nýggja Fólkaheilsumyndugleikanum.

 

Men Bárður S- Nielsen sigur, at nú verður Landslæknin yvirtikin, uttan at vit vita, hvat verður sett ístaðin. Høvuðsuppgávan hjá Landslæknanum er at styrkja sjúklingatrygdina, tí hann hevur eftirlit við heilsufakfólkum í føroyska heilsuverkinum, og tað er eisini hann, sum skal góðkenna tey.

 

– Henda uppgávan verður umsitin í samráð við Ráðið fyri sjúklingatrygd, ið hevur førleikar og styrki til at tryggja eitt trygt og gott heilsuverk. Men nú skal hetta yvirtakast, uttan at vita, hvat kemur ístaðin, sigur hann.

  

Hann vísir á, at Sirið Stenberg hevur eisini nýliga »noktað Novo Nordisk Grunninum at seta á stovn miðstøð fyri diabetes í Føroyum«, sum hann málber seg. Hann sigur, at annars kundi ein slík miðstøð av álvara sett gongd á at menna diabetesviðgerðirnar í heilsuverkinum. Hon noktar harafturat at taka ímóti gávum til at listprýða nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum, leggur hann afturat.

 

– Hvussu langt sleppur landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi at spæla sær uttan at Javnaðarflokkurin so mikið sum setir spurnartekin við hesar avgerðirnar, spyr formaðurin í Smabandsflokkinum.

 

Hann leggur afturat, at alt hetta hendir ímeðan nevndirnar hjá Løgtinginum ikki sleppa til arbeiðis, tí samgongan ikki fær manna lið. Sambært løgmanni er hetta ikki ein fólkaræðisligur trupulleiki, tí landsstýrið er arbeiðsført. Men Bárður S. Nielsen heldur, at hetta er ein staðfesting frá løgmanni um, at landsstýrið nú ræður øllum, eisini løgtinginum.