Í fjør útfluttu danskir fiskaútflytarar fyri tilsamans 19,4 miljardir krónur í fiskavørum. Hetta var met, men í ár vænta útflytararnir at seta nýtt met Hóast minni fiskur kemur upp á land í donskum havnum, setir fiskaútflutningur kortini met - aftur í ár.
Samlaði fiskaútflutningurin í fjør var 19,4 miljardir krónur, men í ár vænta útflytarar at seta nýtt met.
Nøgdin í landingunum eru minkaðar tað mesta av einum triðingi, men prísirnir fyri útfluttu vørurnar eru nógv øktir - so nógv, at danskur fiskaútflutningur annað árið á rað fer at seta met í virði.