Setir ICC-dómara á lista yvir eftirlýstar persónar

Gongur tað, sum Russland ynskir, skal leiðarin fyri altjóða revsidómstólinum ICC handtakast.

Piotr Hofmański er nú settur á listan hjá russiska innanríkisráðnum yvir persónar, sum skulu handtakast.

Leiðaran fyri altjóða revsidómstólinum (ICC), Piotr Hofmański, er nú settur á listan hjá russiska innanríkisráðnum yvir eftirlýstar persónar, sum skulu handtakast.

 

Tað veit russiska tíðindastovan Tass at siga.

 

Tíðindastovan vísir til eina nýggja dagføring av dátugrunninum hjá innanríkisráðnum, og her verður sagt, at Piotr Hofmański er eftirlýstur fyri brot á eina grein í russisku revsilógini.

 

Tað verður tó ikki greinað, hvørjar ítøkiligur ákærurnar móti leiðaranum fyri ICC eru.

 

Høvuðsákærin hjá ICC, Karim Khan, varð í mai mánaði í ár sett á sama lista.

 

Tá hetta hendi, søgdu tey 123 limalondini í ICC í einari felags fráboðan, at russisku handtøkuboðini av Karim Khan eru ógvuliga órógvandi.

 

Tað var nevniliga altjóða revsidómstólurin, sum fyrr í ár sendi út handtøkuboð av russiska forsetanum, Vladimir Putin og russiska barnaumboðnum, Mariu Lvova-Belova.

 

ICC sendi út hesi handtøkuboð, tí illgruni er um russisk krígsbrotsverk í Ukraina og ólógliga tvangsflyting av børnum og fólki úr Ukraina til Russlands.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Piotr Hofmański er nú settur á listan hjá russiska innanríkisráðnum yvir persónar, sum skulu handtakast.

Vladimir Putin, forseti og Maria Lvova-Belova, barnarættindaumboð