Ólavur í Beiti
? Við atliti at gongdini fram móti øktum altjóða handli ? her uppi í handli við matvørum ? verða karmar tilevnaðir soleiðis, at ásetingar verða gjørdar fyri matvørutrygd, fólkaheilsu og djóraheilsu, bæði í altjóðasáttmálum og økissáttmálum. Limalondini í Altjóðahandilsfelags-skapinum (WTO) hava eisini á heilsufrøðiliga økinum bundið seg til at laga lóggávu sína til meginreglurnar í WTO sáttmálunum.
? Av tí, at nærum allur útflutningur Føroya er fiskavørur, er sera gagnligt við slíkum sáttmálum, ið áseta góðsku- og reinføriskrøv. Umframt at minka um smittuvanda í handli við matvørum, hava slíkir sáttmálar til endamáls at forða fyri, at handil millum lond verður darvaður av tøkniligum krøvum, ið eingi heilsu-frøðilig fyrilit hava, sigur løgmaður m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.
Ísland og Noreg
Og Anfinn Kallsberg upplýsir, at næstu kappingarneytar okkara ? Ísland og Noreg ? hava skipað hesi viðurskifti við Evropasamveldið (ES) soleiðis, at teir eru vorðnir partar av heilsufrøðiliga samstarvinum í Evropa gjøgnum EBS.
? Hóast Føroyar eru uttan fyri bæði ES og EBS og útflyta nærum allar okkara vørur til ES marknaðin, hava vit verið fyri stórari ávirkan av gongdini í ES á hesum øki. Ein treyt fyri at kunna kappast við onnur lond er, at støðið á bæði virkjum og framleiðslu, tá talan er um reinføri og góðsku, í minsta lagi er javnbjóðis við tað, sum er í grannalondum okkara. Umframt at føroysk virki og framleiðsla sum heild eru á sama støði sum í londunum kring okkum, fylgja Føroyar eisini minstukrøvum WTO hesum viðvíkjandi.
Óheppin árin
? Tað, at Føroyar ikki hava verið partur av heilsufrøðiliga samstarvinum í Evropa hevur havt heldur óheppin árin við sær á føroysku vinnuna, serliga í mun til vinnuna í okkara grannalondum. Her kann millum annað nevnast økt eftirlit við ES markið, har prosentvísi parturin av vøru, ið verður kannaður, er nógv størri enn hjá londum, ið eru partar av heilsufrøðiliga samstarvinum. Avmarkingar í mun til havnir, sum kunnu nýtast sum móttøkuhavnir, hevur eisini verið ein stórur trupulleiki.
? Tískil hevur Føroya Landsstýri havt sum mál at finna ein hóskandi leist fyri Føroyar í heilsufrøðiliga samstarvinum í Evropa. Tað er gjørt bæði fyri at bøta um umstøðurnar hjá føroyskum fiskavøruútflytarum og at tryggja okkum sjálvum og øðrum, at góðska og heilsutrygd í framleiðslu av matvørum í Føroyum er minst á sama støði sum í teimum londum, vit hava samhandil við, sigur Anfinn Kallsberg.
Broytingar
? Broytingarnar í verandi støðu verða tískil, at Føroyar skulu einki forboð hava fyri innflutningi av livandi djórum ella djóraúrdráttum úr ES londum og kunnu heldur ikki steðga vørum á markinum inn til Føroya fyri at taka royndir. Afturat hesum verða Føroyar at rokna sum ES mark fyri heilsufrøðiligum eftirliti av djórum og djóraúrdráttum, sum flutt eru inn til Føroya frá triðjalondum
? Í sambandi við útflutning frá Føroyum til ES, verða somu treytir fyri samhandli millum ES limalond á heilsufrøðiliga økinum galdandi fyri fiskavørur og alivørur (har uppi í livandi fiskur), tvískjelja lindýr, fiskamjøl ætlað til djórafóður og óvirkað ull úr Føroyum, sigur løgmaður í viðmerkingunum.
Eftir innbjóðing frá ES-nevndini verður høvi hjá Føroyum at luttaka sum eygleiðari á fundum í arbeiðsbólkum í ES, har spurningar um heilsufrøðilig krøv til fiskivinnu verða viðgjørdir. Ætlanin er, at tilmælið verður lagt fyri felagsnevndina Føroyar-EF til endaliga góðkenning á árliga fundinum í juni 2000 í Tórshavn.










