Quique Setién bleiv í gjár settur sum nýggjur venjari hjá FC Barcelona. Hann er ein stórur fjeppari av Johan Cruyff, sála, sum er ein ímynd av spælinum hjá katalanska stórfelagnum. Nýggi venjarin er 61 ára gamal og hevur seinast verið venjari hjá Real Betis frá 2017 til 2019.
- Hetta hevði eg aldrin droymt um. Eg havi notið at sita frammanfyri sjónvarpinum og sæð Lionel Messi og hinar spælt spennandi fótbólt. Hvør dystur hevur verið við spennandi fótbólti, sigur Quique Setién, sum nú skal venja Lionel Messi.
##med2##
Hóast Ernesto Valverde, sum í gjár bleiv koyrdur sum venjari hjá FC Barcelona, vann meistaraheitið seinastu tvey árini, so er tað ikki nokk í katalanska stórfelagnum. Stórir ósigrar móti AS Roma og Liverpool í Champions League hava kostað honum dýrt.
- Mín tíð sum venjari er komin at enda. Tað hava verið tíðir við sigrum og fagnaði, men tað hava eisini verið harðar tíðir, sigur Ernesto Valverde í tíðindaskrivi.
##med3##
Nýggi venjarin verður mettur at passar væl til spælistílin hjá FC Barcelona. Quique Setién royndi at fáa Real Betis at spæla á sama hátt, men tað riggaði ikki heilt. Nú fær hann so møguleika at spæla Johan Cruyff fótbólt við FC Barcelona.