Setið ikki kílar í samanhaldið millum fakfeløgini

Áheitan á limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag

Í gjár frættist, at nakrir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag hava tikið stig til at kallað verður inn til eykaaðalfundar í felagnum.
Sum vit skilja, ynskja hesir limir, at Havnar Arbeiðsmannafelag skal avlýsa verkfallið, og hetta merkir, at hesir limir leggja upp til, at limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag skulu hava eina lønarhækking, sum sambært seinasta semingsuppskotinum bert er umleið helvtin av tí, sum aðrir starvsbólkar hava fingið.

Gangið ikki ørindi fyri arbeiðsgevarafeløgini
Tað er sjálvsagt lætt hjá einum løntakara, sum frammanundan fær eina væl hægri løn enn vanligu sáttmálalønina at siga, at ikki er neyðugt hjá feløgunum at fáa somu lønarhækking sum aðrir løntakarabólkar í landinum.
Slíkt sjálvsøkni, har bert verður hugsað um egin áhugamál, er sera hættisligt, tí slíkur hugburður ger, at vit, sum umboða tey lægstløntu í landinum, bert mugu standa og hyggja at, meðan lønarmunurin millum limir okkara og tey hægstløntu alsamt økist.
Tað, sum hesir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag tó neyvan hava hugsað um, er at teir í veruleikanum ganga ørindi fyri arbeiðsgevarafeløgini, tí tað er ein sannur gloypibiti hjá arbeiðsgevarunum at fáa, um tað eydnast nøkrum fáum limum í einum av teimum 5 fak-feløgunum, sum eru í verkfalli, at skapa spjaðing innan fakfelagsrørsluna.
Uttan at vit kunnu prógva tað, so hoyrist at ávísir arbeiðsgevarar hava ein fingur við í spælinum, nú nakrir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag hava tikið stig til, at samstarv okkara skal sindrast, og hetta vóna vit, at limir felagsins hava í huga.

Samanhaldið millum fakfeløgini er í vanda
Vit fara sjálvsagt ikki at leggja okkum út í, hvat limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag gera, tí ein og hvør limur kann taka stig til at royna at fáa kallað inn til eykaaðalfund.
Hinvegin síggja vit tað sum skyldu okkara at gera vart við okkum, tí um tað eydnast at skapa spjaðing millum feløgini, so koma limir okkara eisini at kenna sviðan av hesum.
Tí vilja vit staðiliga heita á limirnar í Havnar Arbeiðsmannafelag um at standa saman við hinum fakfeløgunum í verkfalli, tí bert á hendan hátt kunnu vit tryggja limum okkara eina sømuliga lønarhækking.
Tað verður ein lítið virðiligur varði hesir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag koma at seta sær sjálvum, um tað eydnast teimum at skapa spjaðing millum fakfeløgini, tí ein slík spjaðing kemur bert at tæna áhugamálunum hjá arbeiðsgevarafeløgunum.
Tí vóna vit, at limirnir í Havnar Arbeiðsmannafelag síggja vandan við tí stigi, teir nú hava tikið, og at limirnir framvegis vilja standa saman við teimum túsundtals løntakarum, sum undirritaðu feløg umboða.
Saman standa vit sterk.
???????????????????????
Føroya Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag