Alternativið er at seta ferðina hjá teimum niður á 60 km/t fyri at stytta um yvirhálingarteinin.
Við verandi hámarksferð, sum er 70 km/t, er tað ein alt ov langur teinur sum skal nýtast til yvirhálingina. Koyrt verður jú í farbreytini hjá mótkoyrandi.
Mangan eru ótrúligar vandamiklar yvirhálingar. Lukkutíð hava tær flestu yvirhálingarnar eydnast. Ferðslan skal flyta seg soleiðis, at eingin óneyðugt verður tarnaður ella útsettur fyri vanda.
Tí hava myndugleikarnir møguleika at nýta ymisk skelti, sum kunnu verða við til at skipa ferðsluna á ein nøktandi hátt.
T.d. forboðsskelti við einari hægri ella lægri hámarksferð, undirskelti sum tilvísa til ávís akfør t.d. lastbilar og viðfestisvognar, har tey skulu seta ferðina niður o.s.fr. Tíðanverri verður hesin møguleikin ikki nýttur til fulnar.
Av tí at vegirnir her heima í Føroyum eru annarleiðis í skapi enn í Danmark, eiga vit ikki at leggja okkum eftir donskum hámarksferðum, men tillaga hámarksferðina eftir føroysum viðurskiftum.
Í Danmark eru vegirnir uttanfyri bygd øki í flestu førum hóskandi beinir, tað vil siga, at tað eru góðir møguleikar at yvirhála eitt av teimum tungu akførunum yvir 3500 kg, sum koyrir 70 km/t.
Her í Føroyum eru nógvar høvdir, lagdir og sving sum gera tað munandi hættisligari.










