Í mars mánað í ár seldi Skyn ikki færri enn 19 ognir, og tað er næstan tvífalt so nógv sum í mars mánað í fjør, tá ið Skyn seldi 10 ognir. Um hugt verður bara eftir høvuðsstaðnum, so siga tølini, at Skyn seldi 12 ognir í Havn í mars í ár í mun til tvær ognir sama tíðarskeið í fjør.
Men nú mars mánaði er farin aftur um bak, ber eisini til at gera hagtøl fyri fyrsta ársfjórðing í ár, og hesi tøl vísa eins og tølini fyri mars mánað, at sølan er vaksin nógv.
Um vit hyggja eftir høvuðsstaðnum fyri seg, so kunnu vit staðfesta, at sølan av ognum í Havn er nærum tvífaldað fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Skyn seldi 31 ognir í Havn fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár í mun til 17 ognir sama tíðarskeið í fjør. Ein vøkstur uppá góð 82 prosent.
Fyri alt landið vóru tølini tilsamans 51 ognir seldar fyrsta ársfjórðing í ár í mun til 40 ognir sama tíðarskeið í fjør, og tað er ein vøkstur uppá 21 prosent.