Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í sethúsum í Sandvík.
Sethúsin brunnu í grund, og eldur kom eisini í tveir bilar, sum stóðu við húsini. Ongin fólkaskaði stóðst av eldsbrunanum.
Umframt sløkkiliðið av Tvøroyri, so varð sløkkiliðið í Vági eisini boðsent fyri at basa eldinum, skrivar Suðurrás.
Mynd: sudurras.fo