Sambært nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum eru sethúsaprísirnir í Havn og landinum sum heild komnir í eina fasta legu. Eftir hagtølunum vaks sethúsaprísurin javnt fram til á vári 2002, men seinastu tvey árini hevur hann verið rættiliga støðugur.
Búskaparráðið metir fleiri orsøkir verða til, at sethúsaprísirnir ikki eru farnir upp hesi seinastu tvey árini. Ein orsøk er, at útlitini at sleppa framat til at byggja síni egnu hús eru betraði, og tað hevur við sær, at eftirspurningurin eftir gomlum sethúsum ikki økist so nógv longur.
Ein onnur orsøk kann vera, at búskaparligu útlitini ikki eru eins bjørt og tey hava verið, og at húskini ikki eru eins djørv at seta seg í stóra skuld longur.
Størri bygging
Búskaparráðið sigur í konjekturfrágreiðingini, at síðan í 2000 er miðal talið av nýbygdum sethúsum verið 160 hús um árið, sum er munandi minni enn tey fimtan árini frá 1975 til 1989, tá omanfyri 300 sethús vórðu bygd um árið.
Búskaparráðið væntar, at sethúsabyggingin kring landið fer at taka dyk á seg komandi árini, millum annað tí kommunurnar seinnu árini eru farnar undir at veita fleiri grundtykki til sethúsabygging.