Sethúsasølan óttast ikki kapping

Sethúsasølan skiftir nú høli og flytir yvir um Tórsgøtu og nakrar metrar oman eftir til Frants Restorff. Hetta tí, at Føroya Banki skal brúka hølini til teirra nýggja felag. Eitt felag, sum verður ein beinleiðis kappingarneyti hjá Sethúsasøluni

Sethúsasølan hevur í mong ár hildið til í hølunum í Tórsgøtu nummar 16. Frá fyrsta januar verður støðan ein onnur.
Føroya Banki eigur húsini, men nú er leigusáttmálin, sum Sethúsasølan hevur havt við bankan útgingin. Tí flytur Sethúsasølan í næstum oman í hølini har Frants Restorff áður hevur hildið til, men sum hava staðið tóm síðani bakaríið stongdi tann 18. august í ár, eftir at P/F Vørður hjá Justinussen-monnunum keypti alt baksturvirksemið har.

Óttast ikki kappingina
Hannelena Mittún er eigari av Sethúsasøluni. Hon fegnast um, at tey kunnu flyta í so góð og ljós høli og óttast ikki kappingina, hennara fyrrverandi samstarvsfelagið nú gevur teimum.
– Nei vit óttast ikki kappingina, vit nú fáa. Tað merkir bara, at vit mugu spíla okkum enn meiri út, staðfestir Hannelena Mittún, nú hon í næstum skal til at kappast við sín gamla samstarvsfelaga.

Bankin vildi keypa Sethúsasøluna
Sosialurin hevur skilt, at Føroya Banki bjóðaði seg til at keypa Sethúsasøluna, men at tiboðið, sum teir góvu, var alt ov lágt. Hetta váttar Hannelena Mittún.
– Nei, vit tóku ikki av tilboðnum frá bankanum. Í staðin fara vit nú at virka púra leys av Føroya Banka, og tað síggja vit ein fyrimun í, sigur Hannelena Mittún, stjóri og eigari av Sethúsasøluni.