Sethúsaprísur: Stígur í prísvøkstrinum

Men prísirnir á íbúðum heldur fram at vaksa

Á seinast yvirlitinum hjá Betri Banka yvir sethúsaprísir í høvuðsstaðnum sæst, at prísurin seinastu tvey ársfjórðingarnar hava staðið meira ella minni í stað. Frá 4. ársfjórðing 2016 til 1. ársfjórðing 2017 minkaði hann frá 2.685.588 krónur til 2.594.048 krónur, meðan hann 2. ársfjórðing var 2.493.750 krónur.


Petur Mohr Niclasen er stjóri í meklarafyritøkuni Skyn. Hann kennir ikki til júst hesi tølini, men vísir á, at í løtuni tykist tað, at prísurin á sethúsum í høvuðsstaðnum hevur stabiliserað seg.


- Vit kunna hvørt fall staðfesta, at har var ein vøkstur í byrjanini av 2017, ið helt langt inn í árið, men tá vit komu inn í summarið tyktist, at príslegan stabiliseraði seg til eitt vist, og er tað har vit eru í dag, sigur Petur Mohr Niclasen, ið tó vísir á, at hóast prísurin er meira stabilur, so er hann kortini hægri enn hann hevur verið áður.


Yvirlitið yvir sethúsaprísirnir hjá Betri Banka vísir tó bara miðalprísin á sethúsum, og tekur als ikki hædd fyri prísin á íbúðum. Og har er søgan ein heilt onnur, sambært Peturi Mohr Niclasen.


- Eg kennist ikki við, at vit hava fingið so góðar prísir fyri íbúðir, sum vit hava fingið síðstu tíðina. Eftirspurningurin er stórur eftir íbúðum, bæði smærri og størri, sigur Petur Mohr Nicalsen. Hann vísir eisini á, at júst hvat fólk ynskja broytist gjøgnum tíðina, og at smærri bústaðir eru vælumtóktar í løtuni.


- Um man tekur raðhúsini undir Kongavirði sum dømi, so er tað ein stórur eftirspurningur eftir slíkum bústøðum. Tá tosa vit um 156 fermetrar, einki at halda rundanum, góð staðseting og gott útsýni. Tað virkar sum tað er slíkt, ið fólk gjarna vilja hava nú, sigur Petur Mohr Niclasen.