Bjarti Mohr
valevnið hjá Fólkaflokkinum
Aftur hesaferð vera tað tey lægstløntu og tey ungu, sum ætla at seta búgv, sum vera harðast rakt.
Tað verður munandi dýrari at sita í húsunum og haraftrat fara virðini í húsunum at falla. Alt í alt so vera sethúsaeigarnir nógv verri fyri fíggjarliga.
Tann sokallaða sethúsaloysnin var ikki meira loysn enn so, at enn sita nógv fólk eftir við skuld sum tey ongantíð sleppa av við. Nógv fólk fáa ongantíð møguleika at byggja hús aftur og onnur máttu flyta av landinum.
Tú kundi velja ímillum tvinnar kostir: Antin tvingsilsølu ella umlegging av láninum. Við tvingsilsølu slapst tú av við ein part av skuldini men hevur restina hangandi yvirhøvdinum í nógv ár. Tey, sum hinvegin tóku av at umleggja lánið, skulu nú gjalda munandi meira tí lánitíðin er longri og harvið koma tey at gjalda nógv meira í rentu tilsamans. Í báðum førum gjørdist sethúsaeigarin tapari.
Fólkaflokkurin ávarar ímóti ætlanunum hjá Fíggjarmálastýrinum. Hjá nógvum familjum er rentustuðulin kanska tað einasta tey hava eftir tá ið alt annað er goldið.
Fólkaflokkurin gongur ikki við til at senda føroyskar sethúsaeigarar út í fíggjarligt óføri.
Vit vilja arbeiða fyri at føroyskar familjur hava so góðar fíggjarligar umstøður sum yvirhøvur gjørligt.
Stuðla okkum í hesum arbeiði við at velja Fólkaflokkin ? Lista A til komandi býráðsval.