Seta úr gildi avtalu við Russland um visum

ES limalond ætla at seta úr gildi ein avtalu við Russland, sum síðani 2007 hevur gjørt tað lættari hjá russum at fáa visum til at ferðast inn í eitt ES land.

 

Tað skrivar Financial Times í dag.

Blaðið hevur tosað við embætismenn, sum eru við í samráðingunum. Teir siga, at uttanríkisráðharrarnir hjá ES fara at nikka játtandi til at seta úr gildi avtaluna, tá teir hittast týsdag og mikudagin í Prag.