Nú skal eitt starvsfólk setast burtur av í almennu umsitingini til at taka sær av útoyggja- og økismenningarpolitikki.
Ætlanin er, at hetta starvsfólkið skal arbeiða við grundarlagi í Útoyggjaálitinum og Økismenningarálitinum, sum eru gjørd í hesum árinum.
? Vit halda, at tað er neyðugt við einum slíkum starvsfólki miðfyrisitingini, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Søkja eftir fólki
Seinnapartin í gjár skuldi løgtingið viðgera uppskot til eykajáttanarlóg fyri september, og við í hesum uppskot var nýggja starvið.
Pengar eru tøkir til at seta fólk, men landsstýrið skal hava normeringina til starvið upp á pláss, áðrenn pengarnir kunnu brúkast. Í ár verður talan um at brúka 80.000 krónur til starvið.
Um løgtingið samtykkir uppskotið, verður beinanvegin søkt eftir fólki, sum kann taka sær av nýggja økinum.
Nógv hugskot
Anfinn Kallsberg heldur, at rætt er at taka hetta stigið nú.
? Vit hava fingið tvey álit um útoyggjar og økismenning, og í hesum álitum er ein ørgrynna av uppskotum, sum tað kann arbeiðast víðari við. Tí er tað rætt, at seta eitt fólk at taka sær av hesum burturav, heldur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður dugir ikki at meta um, hvørt landskassin kann verða við til at fíggja eina útoyggjaskrivstovu, sum stigtakararnir til útoyggjafelagið hava tosað um, men fyrsta stigið hjá landsstýrinum verður í øllum førum at seta eitt fólk í umsitingini at arbeiða við útoyggja- og økismenningarmálum.