Seta tiltøk í verk fyri at bøta um springaradráp

Eingin ætlan er um at gevast at drepa springara - tvørtur ímóti skal drápshátturin mennast

Nú fer landsstýrið at seta pening av til at bøta um drápsháttin, tá ið springarar verða hildnir tilaa. Tað hevur verið ógvuliga umstrídd, at vit hava dripið springara í Føroyum. Eitt nú mælir Havbúnaðarfelagið rætt og slætt til at springaradráp skal bannast í Føroyum.

 

Men tað hevur landsstyrið ikki tikið undir við, tí tey tey halda, at vit skulu ikki gevast at drepa springara. Men í ár, og næsta ár, er kortini kvota sett á, so at vit ikki kunnu drepa meiri enn 500 springarar um árið fyrr enn vit hava nágreiniligar upplýsingar um, hvussu stórur stovnurin er, og hvat hann tolir av veiði.

 

Og nú vísir landsstýrið enn einaferð, at eingin ætlan er um at banna springaradrápi, tí nú verða pengar játtaðar til at bøta um drápsháttin. Tað hevur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um og í hesum sambandi biðjur hann Løgtingið samtykkja at játta 75.000 krónur til endamálið.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at ynskiligt er, at ítøkilig stig verða tikin til at bøta um drápsháttin. Tí er ætlanin, at seta pening av til at menna ein serligan mønustingara til springara og tað er hetta, tær 75.000 krónurnar skulu brúkast til.

 

Ætlanin er so, at djóralækni og Grindamannafelagið fáa hendan fíggarliga stuðulin til at menna ein mønustingara springara fyri. Játtanin skal brúkast til menna mønustingaran, har serkunnleikin, sum eru djóralækni, og onnur fólk við royndum, neyvt kunnu fáa greiði á, hvussu ein mønustingara til springara skal vera.

 

Somuleiðis er ætlanin eisini, at Landsstýrið skal fíggja framleiðsluna av teimum fyrstu mønustingarunum til springara, sum so kunnu roynast í verki.

 

– Á tann hátt stimbrar landsstýrið undir, at ítøkilig framleiðsla av mønustingarum kann byrja nú, soleiðis at eitt avmarkað tal av mønustingarum verður til taks skjótast til ber, sigur Uni Rasmussen.

 

Eftir at fyrsta framleiðslan av mønustingarum er greiða er fingin á, hvussu hann skal síggja út, er ætlanin, at grindafólk sjálvi gjalda fyri reiðskapin, sigur landsstýrismaðurin.