Seta spurnartekin við Solskjær

Norskir miðlar seta spurnartekin við venjaran hjá Sonna Ragnar Nattestad

Ole Gunnar Solskjær er høgt í metum í øllum Noreg, og ikki minst í Molde, har hann er venjari á øðrum sinni. Men nú setur norskur miðil spurnartekin við venjaran, eftir misjavna byrjan upp á kappingarárið.

 

Molde liggur í løuni á 11. plássi í Tippiliguni og hevur ikki vunnið í fimm dystum upp í slag. Felagið og eigararnir av felagnum eru málrættaðir og eru við fyri at vinna. Tí metur lokalur miðil, at Ole Gunnar Solskjær er nakað kroystur.

 

- Eg argumenteri ikki fyri, at Ole Gunnar Solskjær skal frá sum venjari, men eg vísi á at tað sum í fjør var óhugsandi, nú er nakað sum Molde má umhugsa. Leiðslan í felagnum kann ikki bara sita og hyggja at, meðan Molde triðja árið á rað liggur mitt á stigatalvuni, skrivar Trond Hustad frá Romsdal Budstikke.

 

Viðmerkingarnar hava fest seg, tí Ole Gunnar Solskjær var maðurin, sum gjørdi Molde til eitt stórfelag í Norra, tá hann í síni fyrru setu vann norska meistaraheitið tvær ferðir, í 2011 og 2012.

 

Høvðuspersónurin vil ikki gera stórvegis viðmekringar, men sigur at hann fyribils bara hyggur fram til komandi dyst, sum er móti Odd, ið liggur á øðrum plássi – eitt pláss frammanfyri Brann Bergen og Gilla Rólantsson.

 

Tað var eisini Ole Gunnar Solskjær, sum var høvðusmaðurin aftanfyri at Sonni Ragnar Nattestad gjørdi sáttmála við Molde BK. Føroyski landsliðsspælarin hevur verið skaddur í eina tíð við hælsinuni, men spælir vónandi aftur í summar. Fyribils bendir einki á, at fyrrverandi áleyparin hjá Manchester United er í vanda fyri at blíva koyrdur.