Hósdagin kl. 17.00 verður fyrsta flagið loyst fyri nýggja barnaskúlanum á Sandi. Tað verður formaðurin í mentanar og trivnaðarnevndini hjá Sands Kommunu, Lis Clementsen, sum loysir fyrsta flagið. Borgarstjórin Páll á Reynatúgvu sigur nøkur orð, og aftaná verður kaffi at fáa á kommunuskrivstovuni.
Verandi Sands Skúli er frá 1884, og nýggi skúlin verður vantandi liðugur um ársskiftið. Við nýggja skúlanum fáa Sandingar tíðarhóskandi skúlakarmar til skúlanæmingar í fyrsta til og við sætta flokki.









