Seta spakan í fyrsta dagin til skúladepilin í Suðuroy

Heilt skjótt verður arbeiðið at gera grundstykkið byggibúgvið, boðið út og í summar skal sjálv byggingin byrjað

Skúladepil
 
Arbeiðið at fyrireika byggingina av nýggja skúladepilin í Hovi gongur væl og fyrsta dagin verður fyrsti partur av arbeiðnum boðin út.
Eyðbjørn Poulsen á Mentamálaráðnum, sigur, at nú eru næstan øll loyvi fingin til vega.
Grundstykkið er útvegað og Porkeris Kommuna hevur givið byggiloyvi til skúlan. Nú verður bara bíðað eftir eini skrivligari váttan frá friðingarmyndugleikunum um ætlanina.
Hann vónar, at tað verður nú rundanum páskini at boðini koma frá friðingarnevndini um, at ætlanin er góðtikin.
Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera projektið liðugt í sambandi við byggibúningina.
- Ætlanin er so at arbeiðið at gera grundstykkið byggibúgvið, skal bjóðast út so skjótt, tilsøgnin frá friðingarnevndini kemur og tað verður vónandi nú rundanum páskinki.
- Tað verður lýst í bløðunum, men tíðarfreistin verður stutt, tí ætlænin er at taka støðu til tilboðini so skjótt sum gjørligt eftir páskir, so at farast kann undir sjálvt arbeiðið fyrst í mai mánaði.
Eyðbjørn Poulsen sigur, at ætlanin er, at arbeiðið at gera grundstykkið byggibúgvið, skal vera liðugt á Ólavsøku.
Samstundis verður arbeitt við fullari megi at projektera sjálvan skúlan og ætlanin er at bjóða sjálvt byggiarbeiðið út í mai, ella í øllum førum fyri summarfrítíðina.
- Vit ætla at bera so í bandi, at tá ið grundstykkið er byggibúgvið á Ólavsøku, skal vera klárt at fara undir at byggja sjálvan skúlan so at arbeiðið kann halda fram uttan íhald.
Arbeiðið at byggja sjálvan skúlan, verður bjóðað út í eini heildarútbjóðing og tað verður sostatt alt bjóðað út undir einum.
Hann sigur, at sostatt heldur tíðarætlanin, sum tey hava lagt og endamálið er framvegis, at skúlin skal verða liðugur fyrsta januar 2008.
Skúladepilin í Hovi skal húsa studentaskúlanum í Suðuroy og heilsuskúla Føroya, sum nú er á Tvøroyri.
Men ætlanin er eisini at musikkskúlin skal hava høli í skúlanum til framførslur og og serlig tiltøk. Vanlig undirvísing í musikkskúlanum verður ikki í Hovi, men møguleikar verða fyri serligari undirvísing og venjingum, har næmingar úr allari oynni verða savnaðir ávísar dagar.
Miðnámsskúlin í Suðuroy verður ein sjálvstøðugur stovnur við egnari leiðslu.