Seta sjóneykuna á trivnaðin

- Vit fara at byggja spælipláss, og vit fara at dagføra felagshúsið í Sumba, sigur borgarstjórin, Eyðbjørn Thomsen.

 

Í ár fer Sumbiar kommuna serliga at fremja nakrar verkætlanir, sum hava við trivnaðin í kommununi at gera.

 

- Vit hava gott vatn úr Sumbiartunlinum, og vit eru liðug við kloakkirnar. Haraftrat eru vegirnir í kommununi rímiliga góðir.

 

Borgarstjórin í Sumbiar kommunu, Eyðbjørn Thomsen, sigur, at tey í hesum árinum fara at gera tvey spælipláss. Annað verður gjørt í Sumba og hitt í Lopra.

 

- Bæði eru í gongd, og planeringar eru partvís gjørdar. Ætlanin er, at spæliplássið í Lopra eisini verður flættað við eitt fríøki í bygdini.

 

Eyðbjørn Thomsen vísir á, at hetta eru tvær rímiliga stórar verkætlanir, tí bæði spæliplássini skulu gerast frá grundini av.

 

- Vit gleða okkum til, at hesar verkætlanir eru lidnar, tí vit meta tað hava stóran týdning fyri trivnaðin, at børnini í bygdunum í kommununi kunnu spæla og hugna sær saman.

 

Sumbiar kommuna hevur júst fingið øll viðurskifti við keypinum av felagshúsinum hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð upp á pláss.

 

- Vit hava keypt húsið, sum nú skal gerast tipp topp í stand. Køkur, wc’ir og garderopa skulu flytast upp á, og alt skal setast í besta stand.

 

Hann sigur, at tá tey eru liðug at byggja upp í húsið og byggja um innan, verður hetta ein frálíkur savningarstaður í kommununi.

 

Eyðbjørn Thomsen vísir á, at húsið gjøgnum mong ár hevur verið brúkt sum savningarstaður, og hann heldur, at tað er so sjálvsagt, at tað er kommunan, sum tekur sær av hesum.

 

- Í Lopra er eisini eitt hús, sum bygdafelagið í bygdini eigur. Her er nógv sjálvboðið arbeiðið gjørt, og vit hava eisini sum kommuna hjálpt, soleiðis at húsið er í besta standi, sigur borgarstjóri í Sumbiar kommunu.