Kvinnuliðið hjá KÍ fer seinnapartin í dag at spæla triðja og seinasta dystin í europeisku kappingini á hesum sinni.
Mótstøðan verður ógvuliga stór. Glasgow City hevur vunnið báðar dystirnar: 4-0 ímóti Spartak, sum vann 4-2 ímóti KÍ, og 8-0 ímóti FC Mosta, sum KÍ vann 1-0 ímóti.
Báðir dystirnir í dag verða klokkan 16 føroyska tíð. Spartak og FC Mosta spæla á stadion hjá Spartak, har allir hinir dystirnir higartil hava verið spældir.
KÍ og Glasgow City spæla á einum øðrum vølli hjá elsta fótbóltsfelagnum í Serbia stovnað í 1901.
Allir KÍ spælararnir eru tøkir, hóast onkrir smærri snuddir eru, nú tveir rættuliga krevjandi dystir hava verið á skránni í minni enn eina viku.
Seint seinnapartin í gjár vandu Kí-kvinnurnar í 37 hitastigum. Í dag er aftur sól og hitastigini eru omanfyri 30.
KÍ ferðalagið kemur heim aftur í morgin.