Seta punktum í kvøld

Í kvøld fer besta fótbóltsdeildin í summarfrí. 15. umfar í effo deildini er á skránni. At tað verður spælt í kvøld og ikki sunnudagin kemst fyrst og fremst av, at tað í næstu viku bíða fleiri av feløgunum altjóða uppgávur.

 

Summarfrítðini man tað tó vera so sum so við hjá spælarum og venjarum. Hjá teimum, sum í næstu viku og í aðru viku skulu spæla í europeisku kappingunum, er ilt at fáa eyga á møguleika fyri nakrari serligari summarfrí. Í hinum feløgunum verður summarfrítíðin frá eftir dystarlok í kvøld og fram til mánakvøldið í aðru viku, tá ið spælararnir verða stevndir saman aftur at fyrireika seg til tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. 16. umfar verður longu 21. juli.

 

15. umfar í kvøld:

ÍF-KÍ: Dagfinn Forná kl. 19.00

Víkingur-HB: Alex Troleis kl. 19.00

B36-07Vestur: Petur Reinert kl. 17.30

AB-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 19.30

TB-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 20.30

 

Støðan undan 15. umfari

HB 31

ÍF 24

EB/Streymur 22

B36 20

NSÍ 20

KÍ 19

TB 16

Víkingur 16

AB 9

07Vestur 7