Decision3, sum í nøkur ár hevur arbeitt við at menna eina orkuspariskipan til skip, hevur á aðalfundi hækkað eginpeningin við seks milliónum krónum. Birting, Framtak og Royndin seta pengar í felagið.
Skipanin GreenSteam hevur í longri tíð verið royndarkoyrd umborð á einum skipi hjá danska reiðarínum Norden. Í hesum tíðarskeiðinum hevur reiðaríið samanborið orkunýtsluna hjá skipinum við nýtsluna hjá sjey systurskipum. Greiða niðurstøðan er, at skipið brúkar minst 2,5% minni av orku.
Í desember í fjør varð søluavtala gjørd við Norden upp á minst fýra GreenSteam skipanir. Nú er ætlanin at selja skipanina til onnur reiðaríir kring heimin.
- Hendan verkætlanin hjá Decision3 sær rættiliga spennandi út, tí talan er um slóðbrótandi arbeiði. Harumframt uppfyllir verkætlanin fyritreytirnar, ið Birting ger íløgur út frá - tí seta vit pening í hana, sigur Súni Schwartz Jacobsen, nevndarformaður í Birting.
Frammanundan eru Framtak og Royndin íleggjarar í hesi ætlan og seta nú saman við Birting tvær milliónir krónur hvør aftrat í felagið.
Stovnarar av Decision3 eru Dánjal Jákup Jacobsen, Ólavur Simonsen og Jóan Petur Petersen, allir verkfrøðingar. Teir fegnast um, at hesir tríggir íleggjararnir hava gjørt av at seta samanlagt seks milliónir krónur í felagið:
- Vit eru í eini støðu, har ið vit hava tørv á peningi til at marknaðarføra GreenSteam-skipanina úti í heimi. Tað kemur tí væl við, at eisini Birting, saman við Framtak og Royndini, trýr upp á ætlanina og gerst íleggjari, sigur Dánjal Jákup Jacobsen, stjóri í Decision3.
Seks fólk starvast hjá Decision3, sum hevur høvuðsskrivstovu í Tórshavn. Ætlanir eru um at seta á stovn eina deild í Keypmannahavn.
Nevndin í Decision3 er mannað av Árna Ellefsen, stjóra í NEMA, sum formanni og dønunum Erik Østergaard, stjóra í Dansk Transport & Logistik og Torben Ravn, fyrrv. stjóra í Erria A/S, sum báðir hava drúgvar royndir innan altjóða skipavinnu.