Seta nú vakmyndatól upp í miðbýnum í Havn

Fyribils verða tey standandi til jóla at ansa eftir jólatrøðunum og jólabýnum

Nú verða vakmyndatól sett upp í miðbýnum í Havn.

 

Tórshavnar Býráð sigur, at Dátueftirlitið hevur givið Tórshavnar kommunu loyvi at seta upp vakmyndatól í miðbýnum. Vakmyndatólini skulu taka upp á fýra ávísum støðum í miðbýnum.


Endamálið við vakmyndatólunum at virka fyribyrgjandi, soleiðis at fólk ikki gera seg inn á jólatrø og jólabýir hjá kommununi.

 

- Fleiri dømi hava verið um herverk á jólatrø, ið eru sett ymsastaðni í Tórshavnar Kommunu, har trøini eru brotin og ljósketur stolnar, sigur býráðið.

 

Vakmyndatólini skulu sostatt virka fyribyrgjandi inntil jólatrøini og jólabýirnir verða tikin niður tann 13. januar 2016.

 

- Tað ber ikki til, at okkara felags ognir ikki fáa frið, og nú er nokk, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

 

Talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar á staðnum og harvið uppklára møgulig lógarbrot, sigur borgarstjórin.

 

- Tað er keðiligt at skula noyðast at brúka tílíkar skipanir, men Dátueftirlitið hevur góðkent hana, og sostatt eru øll neyðug fyrilit tikin fyri at tryggja privatlívið hjá borgarunum.

 

- Okkara vón er, at skipanin fer at virka fyribyrgjandi í so stóran mun, at tað ikki verður neyðugt at royna hana í rættinum, sigur Heðin Mortensen.