Seta nú tiltøk í verk kring landið

Korona er aftur farið at herjað kring landið og fleiri staðni verða nú tiltøk sett í verk

Korona er aftur farið at gera um seg av álvara og ein hópur av fólki er smittað og fyri fyrstu ferð hava myndugleikarnir ásanna, at tað er einki tamarhald á støðuni. Hesa ferð eru tað børn og ung, helst børn og ung, sum ikki eru koppsett, sum dríva smittuna runt í samfelagnum og tað hevur fingið landslæknan at mæla til, at avmarka sosialu samveruna hjá børnum og ungum fyri at tálma smittuspjaðingini.

 

Les eisini: Nú hava vit mist tamarhaldið á støðuni

 

Men hetta hevur eisini fingið stovnar, stovnar og felagsskapir av ymsum slagi, at seta tiltøk í verk ímót koronu.

 

Eitt nú hava øll tey trý sjúkrahúsini boðað frá, at fólk sleppa ikki at vitja sjúklingar uttan víðari. Tvørturímóti sleppur eingin at vitja uttan fyrst at hava ringt á sjúkrahúsið fyri at avtala vitjanina.

 

Tað er serliga í Klaksvík og í Eysturoynni, at smittan gongur í løtuni og tí hevur samkoman, Betesda í Klaksvík, eisini avlýst øll tiltøk í dag eru avlýst. Tað gera tey tí at korona gongur ímillum tey ungu í samkomuni, hava tey boðað frá. Samstundis fara tey aftur at tosa við koronu-ráðgevingina í dag at vita, hvussu farast skal fram hesa næstu tíðina.

 

Tað verður heldur eingin gudstænasta í Christianskirkjuni í dag. Kirkjuráðið harmast um, at gudstænastan, har Hanus á Gørðum, sóknarprestur, skuldi hava gudstænastuna, ikki verður, siga tey. Hetta var ein gudstænasa, sum sum skuldi verða víst í KvF. Eisini skuldi Kórið í Christianskirkjuni syngja saman við hornblásara, boðar Christianskirkjan frá. Tey siga, at sum støðan er nú, er tað óvist, nær kirkjan verður opin aftur.

 

Samkoman Nebo á Toftum hevur somuleiðis avlýst bæði møti og sunnudagsskúla í dag og sum støðan er í dag, vita tey ikki, nær nakað verður aftur í Nebo. Missiónshúsið, Tabor, á Toftum, hevur somu støðu, so eisini har eru møti, og sunnudagsskúli, avlýst í dag. Tey vísa á, at korona er í samkomuni, og í barnagarðinum.

 

Somuleiðis hevur missjónshúsið á Strondum eisini avlýst møti, sum skuldi vera í dag. Tað sama hevur Ebenezer í Havn, har tey siga, at í dag verða hvørki møti ella sunnudagsskúli, og hvussu tað so verður framyvir, veldst um, hvussu leikur ferð í sambandi við koronu.