Seta nú sum krav at fólk eru í masku

Nú verða fleiri koronu-tiltøk sett í verk

Korona er aftur farin at ganga sum ongantíð fyrr og tað hevur havt stóra ávirkan á samfelagið, bæði á sosiala samveru, skúlar, frítíðarítriv, og annað. Í hesum sambandi setti sjúkrahúsini eisini forboð fyri at vitja sjúklingar, uttan har tað var eftir beinleiðis avtalu við súkrahúsið, men nú seta sjúkrahúsini enn fleiri tiltøk í verk.

 

Sostatt skulu øll, sum koma inn á tey trý sjúkrahúsini, nú vera í masku. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum skulu koppsetast fyri koronu og tey, sum skulu møta til kanningar og viðtalur av ymsum slagi.