Seta niður nýggja reyðbók í Tinghúsgarðinum

Nýggja reyðbókin skal avloysa ta 107 ára gomlu, »Miusa træ«, sum varð feld fyri tveimum vikum síðani

 

Í morgin beint eftir døgurða verður nýggj reyðbók sett niður í Tinghúsgarðin í miðbýnum í Havn.

Hon verður sett í sama stað við kioskina hjá Astu, har gamla reybókin, sum sum fyri tveimum vikum síðani varð feld, stóð. Ta reyðbókina plantaði Trónd Hansen, urtagarðsmaður, tá dóttirin Mia Trónd, tannlækni varð fødd í 1914 og kallaði hana »Miusatræ«.

Seinastu árini hava eingi bløð verið á reyðbókini. Staðfest var, at reyðbókin ikki fór at koma fyri seg aftur. Og tí varð avgerð tikin um, at fella hana og at seta eina nýggja 4-5 metra høga reyðbók niðuraftur sama stað.

Umstøðurnar verða samstundis gjørdar so góðar sum møguligt fyri, at nýggja reyðbókin skal trívast.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##