Seta nú fyrsta spakan í at gera Hvalbiartunnil

Tilboðini upp á vegin eru latin upp og arbeiðið skal vera liðugt seinni í ár

Nú verður farið undir at gera arbeiðsvegin til nýggja Hvalbiartunnilin. Arbeiðið varð boðið út herfyri, har tveir arbeiðstakarar í Suðuroy fingu høvið at bjóðað. Tilboðini eru latin upp og tað verður fyritøkan, BKE, sum fær arbeiðið. Tey hava bjóða sær til at gera tann 1,2 kilometra langa arbeiðsvegin fyri 1,026.820 krónur.

 

Landsverk fer nú at undir samráðingar við BKE um smálutirnar í arbeiðnum, men treytin er, at vegurin skal vera liðugur ár. Endamálið við tí er, at játtar Løgtingið pening til nýggja Hvalbiartunnilin áfíggjarlógini fyri næsta ár, skal tað verða klárt at seta á at bora við ársbyrjan, um so skuldi verið.

 

Grótið til arbeiðsvegin lænir Landsverk frá Hvalbiar Kommunu, sum hevur grót í einum grótbrotið. Tá ið farið verður at bora tunnilin, fær Kommunan grótið aftur, men ístaðin fyri at leggja tað aftur í grótbrotið, skal tað koyrast beint oman á havnarlagið við tí endamálið at bøta um umstøðurnar har.

 

Hann sigur, at tað, sum liggur í kortunum, er, at arbeiðið at bora skal byrja næsta ár og at arbeiðið skal vera liðugt eina ferð í 2021. Tilsamans kunnu í mesta lagi 272 milliónir krónur brúkast við arbeiðið. Sjálvur tunnilin verður einar 2,5 kilometrar langur og gongur úr Niðastabotni í Nesi í Hvalba og kemur út aftur undir Gjánhomrum Trongisvági. 

 

Henrik Old sigur, at endamálið var at fáa tunnilin at liggja so lágt sum gjørligt. Og hann heldur at tað hevur eydnast, tí hann sigur, at tað verður at kalla púra slætt allan vegin at koyra. Ongin brekka í sambandi við tunnilin er líka brøtt sum brekkan úr rundkoyringini í Kollafjarðardali, niðan í Kollafjarðartunnilin, fyri at taka eitt dømi at samanbera við, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at lagt er eisini upp fyri, at Hvalbiartunnilin skal kunna taka alla ferðsluna ið verður, tá ið Suðuroyartunnilin kemur eina ferð í tíðini.

 

Annars er arbeiðið at projektera sjálvan tunnilin, komið væl áleiðis. Tað verður heilt liðugt seinni í ár og tá er eisini ætlanin at bjóða arbeiðið at gera tunnilin, út.