Fleiri enn 50.000 fólk búgva nú fyri fyrstu ferð í Føroyum, men hóast fólktalið er vaksandi, er neiliga gongdin ikki vend. Framskrivingar av fólkatalinum, sum Hagstova Føroyar hevur gjørt, vísa at Føroyar fara niður um 50.000 fólk aftur um nøkur ár, og fólkatalið stendur til at minka enn meira eftir tað.
- Tað sær út til at tær fyrstu avbjóðingarnar við til- og fráflyting eru komnar á røttu kós, fyribils í øllum førum. Næsta avbjóðing verður fáa bólkin við ungum fólki í burðarførum aldri at støðast og gerast nóg nógv til at verða grundarlagið undir fólkavøkstrinum, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur, við Sosialin í dag.
Les tema í VikuskiftisSosialinum um fólkatalið í Føroyum