Seta met aftur í ár

Um tvær vikur verður nýggja og stásiliga farstøðin tikin í brúk


Talið á ferðafólki, sum ferðast um flogvøllin í Vágum, fer helst aftur at seta met í ár.

Tað væntar Jákup Sverri Kass, stjóri fyri Vága floghavn.

Metingina byggir hann á talið á ferðafólki, sum er komið og farið um flogvøllin higartil í ár.

 

Hesar fimm mánaðirnar frá januar til mai í ár, hava tilsamans 84.860 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum.

Hetta eru 3.534 ferðafólk, ella góð 4,1 prosent fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 81.326 fólk ferðaðust um flogvøllin í Vágum.

 

Bara í Mai í ár ferðaðust 21.753 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum og tað eru 8,5 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Jákup Sverri Kass sigur, at tað tykist sum um at vøkstur er á øllum teimum føstu rutunum hjá Atlantsflogi, uttan á íslandsrutuni, har eftirspurningurin er á leið tann sami í ár sum í 2013.

 

Hann leggur afturat, at um tvær vikur verður nýggja farstøðin tikin í brúk og tað verður eitt kærkomið frambrot fyri flogvøllin.

Byggingin gongur sera væl og at tað sær út til at bæði fíggjarætlan og tíðarætlan fara at halda og sostatt skuldi verið klárt at tikið farstøðina í brúk tann 17, juni, sigur Jákup Sverri Kass.