Seta kynsligan ágang ovast á breddan

Felagsskapurin Barnabati skipar um góða viku fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum, har evnið er kynsmisnýtsla av børnum og hvussu hetta kann fyribyrgjast, hvørjar fylgjurnar eru fyri børnini og hvat kann gerast fyri at hjálpa

Mánadagin 27. mars og týsdagin 28, mars skipar Barnabati fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum.

Evnið, ið verður sett ovast á breddan, er millum teirra, ið ofta verður tagt burtur. Eitt sonevnt tabu. Barnabati setur kynsmisnýtslu á breddan.

Oftari og oftari er at hoyra um mál, ið hava samband við kynsmisnýtslu av børnum.

Jórun Madsen, nevndarlimur í Barnabata sigur, at tíverri er evnið sera aktuelt í Føroyum í dag. Eingin ráðstevna hevur verið um evnið áður.

Endamálið við felagsskapinum er at gera okkurt fyri at hjálpa børnum.

Jórun Madsen sigur, at Barnabati arbeiðir saman við Red Barnet í Danmark. Har hava tey viðgjørt sama evnið og vóru til reiðar at hjálpa til við ráðstevnuni í Føroyum.

Nógv fólk hava teknað seg til og stórur áhugi er. Øll, sum hava við børn at gera, er vælkomin at luttaka. T.d. eru barnaverndirnar kring landið við og lærarar, pedagogar og sosialráðgevar.


Øll vælkomin

Men ráðstevnan vendir sær ikki til nakran ávísan og øll eru vælkomin at luttaka.

Ráðstevnan er skipað við fyrilestrum og workshops - ella arbeiðsbólkum.

Bæði føroyingar og danir fara at halda fyrilestrar, ið hava heiti sum t.d. ?Kynsligur ágangur í Føroyum - ein trupulleiki, ið tagdur verður burtur?, ?Sálarligar fylgjur av kynsligum ágangi?, ?Revsing og viðgerð? og ?Hvat eyðkennir misnýtt børn?.

Tey, ið halda fyrilestrarnar, eru fólk, ið starvast við evninum dagliga.


Egna skrivstovu

Jórun Madsen sigur, at Barnabati hevur ikki verið so nógv í samband við trupulleikan. Felagsskapurin hevur verið hildin uppi av sjálvbodnum arbeiði og hevur júst leigað seg inn á Bryggjubakka í Havn og sostatt fingið egna skrivstovu, so tað er avmarkað, hvussu nógv Barnabati hevur verið frammi alment.

Felagsskapurin hevur annars eina sonevnda Barnatelefon, ið ringjast kann til, um okkurt er áfatt.

Jórun Madsen sigur, at sagt verður, at trupulleikin við kynsligum ágangi hevur altíð verið, men er komin meira fram í ljósið. Men tað er keðiligt, at evnið skal vera so aktuelt í Føroyum í dag, heldur hon.

Men samstundis metir hon, at ein eigur at hava bæði beinini á jørðini og vera varin og ikki ganga og vera bangin fyri øllum. Hetta er eisini eitt evni á ráðstevnuni á Hotel Føroyum um eina góða viku.