Seta Kópakonuna í miðdepilin

Leygardagin verður skipað fyri stórum Kalsoyardegi í samband við, at tað er eitt ár síðani, at standmyndin av Kópakonuni varð avdúkað.

Leygardagin 1. august er tað júst ár síðani, at ein stór mannamúgva var samlað í Mikladali, har nýggjasta standmyndin hjá listamanninum Hans Paula Olsen, Kópakonan, varð avdúkað. 


Fyri at hátíðarhalda dagin, hava kalsoyingar avgjørt at halda ein stóran Kalsoyardag, har kópakonan aftur verður miðdepilin. 


Skráin fevnir víða, okkurt er at uppliva í øllum bygdum á oynni, og verður tað serliga list og tónleikur, ið fara at eyðkenna dagin. 


Í Mikladali fer Edvard Fuglø fer at signera nýggju bók sína um kópakonuna, umframt at Martin Joensen, Anna Mohr, Hans Hansen, Hans J. Glerfoss og Fridtjof Joensen hava framsýning í bygdini. Eisini í Trøllanesi verður framsýning, og er tað Karl Jóhan Østerø, ið sýnir fram har. 


Av tónleikaframførslum hendan dagin teljast Eivør Pállsdóttir, Jógvan Joensen, Martin Joensen, Asta Højgaard og lokala Ingibjørg Hansen, umframt at Klaksvíkar Dansifelag skipar Kópakvæði, og Klovnurin BUBU fer at hava okkurt til børnini.