Í dag ber til hjá almenninginum at síggja skjøl í Havn og í Klakvík, sum annars ikki liggja frammi Deyðadómar og dramatiskar hendingar eru høvuðstættirnar í árliga Skjalasavnsdegnum leygardagin, tá ið Landsskjalasavnið og Norðoya Fornminnasavn hava opið fyri almenninginum.
Í hesum sambandi verður Landsskjalsavnið á Debesartrøð í Havn opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18 og somu klokkutíðir verður framsýningin við skipsskjølum frá Karin K, opin inni á Apotekinum úti í Klaksvík.
Á Landsskjalasavninum verða plansjur vístar við tilfari úr lívinum hjá fimm ymiskum, men dramatiskum mannalagnum.
Klokkan 15 leygardagin eru tveir fyrilestrar á skránni. Tá fara Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur og Anja Andreasen, søgufrøðingur, at greiða frá um um deyðarevsing í Føroyum við ítøkiligum dømum úr søguni.
Fyririlestranir verða í loftsstovuni hjá Føroyamálsdeildini í V.U.Hammershaimbsgøtu 16 í Tórshavn.