Leygardagin hevur Fólkaflokkurin landsfund og har fara tey at leggja høvuðsdentin á at viðgera nýskipanina í fiskivinnuni og nýskipanina í pensjónsskipanini. Á fundinum fer Bjarni Arnason, løggildur grannskoðari at tosa um fiskivinnunýskipanina og um virðisøking og gjald í hesum sambandi. Harafturat hevur Marjun Magnussen, løgfrøðingur og deildarstjóri Almannaráðnum, eina framløgu, har hon spyr um tað er neyðugt við eini pensiónsnýskipan. Landsfundurin verður í Skúlanum á Giljanesi. |