Eru kvinnurnar við sviðusoð í føroyska samfelagnum? Og hvat skal til fyri at fáa javnstøðu ímillum kynini?
Tað eru spurningar, sum verða viðgjørdir í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag, mikudagin.
Tey, sum fara at kjakast um hetta, eru Katrin Kallsberg, forkvinna í Javnstøðunevndini, Durita Jóansdóttir, fulltrúi á løgmansskrivstovuni, og Jóannes Eliasen, studentaskúlalærari, og kønur í ST-mannarættindum.
Føroyar hava júst verið í ST til tað, summi hava kallað, próvtøku í kvinnurættindum. Tað var í sambandi við, at Føroyar hava skrivað undir CEDAW sáttmálan um kvinnurættindi, at vit vóru við í eini hoyring í Geneve í Sveits um kvinnurættindi
Í tí sambandi mælir ST til at styrkja støðuna hjá føroyskum kvinnum við ymsum átøkum:
Tað, ST mælti til, er, at Føroyar:
- Kunna betri um CEDAW sáttmálan.
- Endurskoða verandi skipanir um javnstøðu.
- Gera fleiri kanningar innan kyn og javnstøðu.
- Fáa til vega og greina fleiri hagtøl um kyn.
- Virka fyri at broyta siðbundnar fatanir av leiklutinum hjá kvinnum og monnum í samfelagnum.
- Styrkja rættarverjuna hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi.
- Virka fyri fleiri kvinnum í kommunu- og landspolitikk við møguliga eini fyribils kvotuskipan.
Men tað, sum kanska vakti størst ans, var, at ST eisini mælir til, at Danmark endurskoðar síni sjónarmið um fosturtøkulógina í Føroyum, so at føroyskar kvinnur ikki eru fyri mismuni sammett við kvinnur í ríkisfelagskapinum annars.
Tað er Løgmansskrivstovan., sum skrivar føroysku frágreiðingina til ST, saman við Vinnumálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Almannamálaráðnum og Mentamálaráðnum og í tí sambandi eru avvarðandi áhugafelagskapir, og danskir myndugleikar, eisini hoyrdir.
Ikki sørt av kjaki tók seg upp um hesi viðurskiftini, ikki minst tá ið sjálvur løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, setti seg við knappaborðið og fanst hvassliga at hesi ”próvtøku” hjá ST í sambandi við javnstøðu.
Hann spurdi, um endamálið við CEDAW var at máa støðið undan føroyskum fólkaræði, tí ST átti at vita, at tað er løgtingið og ikki danska Ríkið, sum hevur ábyrgd av føroyskari lóggávu.
Katrin Kallsberg, yvirlækni og forkvinna í føroysku Javnstøðunevndini, svaraði aftur og vísti á, at løgtingið samtykti javnstøðulógina í 1994, so at allur mismunur ímillum kynini verður beindur burtur.
Katrin Kallsberg leggur aftrat, at tað er framvegis so, at inntøkan hjá kvinnum er 29% lægri enn inntøkan hjá monnum og at 1.400 kvinnur mugu lata sær lynda við parttíðararbeiði, hóast tær vilja arbeiða fulla tíð.
Tað er eisini stórur munur, hvussu kynini eru umboðað í almennum ráðnum og nevndum Eitt nú er bara ein kvinna í landstýrinum, og tað heldur Katrin vera dømi um politiskan mismun.