Hvussu ávirkar kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum og heima við hús, javnstøðuna?
Hetta er ein spurningur, sum verður viðgjørdur á ráðstevnu og á skeiði í Norðurlandahúsinum í Havn tann 27. og 28. mai.
Aðrir spurningar, sum verða settir eru: Hví eru so fáir menn í umsorganarstørvum og hví eru so fáir menn lærarar?
- Hví fara so fáir menn í barsilsfarloyvi og hví arbeiða so nógvar kvinnur ikki fullan dag? Hvør hevur ábyrgd av javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og heima og hvussu ávirkar arbeiðsmarknaðurin í útjaðaranum, javnstøðuna?
Á ráðstevnuni hava granskarar og serfrøðingar framløgur, og kjak og úrslit frá norðurlendsku verkætlanini ”Deltid i Norden” verða løgd fram. Í hesum sambandi fáa áhoyrararnir innlit í, hvussu arbeiðsbýtið er millum kynini í ymsu Norðurlondunum.
Í sama viðfangi verður skeið um kyn, politikk og javnstøðu, har dentur verður lagdur á kvinnuliga luttøku í politikki.
Tað eru eini 100 ár síðani kvinnur fingu atkvøðurætt í Norðurlondum og á skeiðinum viðgera tey, hvørja ávirkan, kvinnulig luttøka í politikki hevur á javnstøðuna.
Tey, sum halda fyrilestur eru politikarar og serfrøðingar í norðurlendskari javnstøðusøgu.
Tað er Norðurlandaráðið sum skipar fyri í samstarvi við íslendska Vælferðarmálaráðið, íslendska javnstøðumiðdepilin og Vinnumálaráðið í Føroyum.
|










