Seta hol á summarið við at lata bilin standa

Í vikuni frá 23. mai til 29. mai skulu allir føroyingar laa bilin standa og brúka beinini ístaðin. Tað er áheitanin frá Fólkaheilsuráðnum, sum hevur gjørt hesa vikuna til Útiviku.

Hetta er eitt tiltak, sum hevur vundið meiri og meiri upp á seg seinnu árini og sum at kalla øll hava tikið undir við og gjørt nógv burtur úr, bæði arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar og einstaklingar.

Hesa vikuna er ætlanin at fáa fólk at røra seg meiri enn tey eru von við og eitt sjálvsagt høvi er at ganga til og frá arbeiði ístaðin fyri at koyra.

Fólkaheilsuráðið vísir eisini á, at mikudagurin 25. mai er fyrsti summardagur og ráðið heldur, at tað er hóskandi at byrja summarið við Útivikuni.

Endamálið er at gera avgerðina um at lata bilin standa, lættari, tí hugburðurin kann vera, at kunnu onnur seta bilin, kunnu vit eisini

Ætlanin er, at ll skulu vera við vera, ung sum gomul og sama um tey hava stutt ella langt til arbeiðis.

Tey, sum koyra ímillum bygdir til arbeiðis kunnu set a bilin onkustaðni langt frá arbeiðnum og ganga seinasta teinin.

Ætlanin er eisini at fara upp á eitt fjall fyrsta góðveðursdagin í Útivikuniog t.d. skipa fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum - tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis.

Fólkaheilsuráðið sigur, at ein máti at eggja fólki at vera við, at arbeiðspláss og onnur, skipa fyri kappingum við onkrari virðisløn til tey, sum gera mest burtur úr.