Seta havið í fokus

Umvegis danska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum hava Føroyar nú fingið møguleikan at fáa limaskap í nevndum undir ráðnum, og hevur fingið formanssessin innan fiskivinnu

- Eg haldi, at hetta hevur rættiliga stóran týdning fyri Føroyar.
Tað sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sum nú situr í formansskapinum í fiskivinnunevndini í FJLS (fiskivinna, jarðbrúk, landbrúk og skógbrúk) undir Norðurlendska Ráðharraráðnum.
- Hetta er ein møguleiki, vit hava fingið, nú Danmark hevur formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og har er tað upplagt, at vit seta fokus átað, ið hevur við Føroyar at gera. Og vit hava valt at seta fokus á, hvussu vit best umsita okkar fiskiríkidømi, serliga við atliti til, at í 2018 falla fiskiloyvini aftur til landið, sigur Jacob Vestergaard.
Tað verður longu nú tosað um, hvussu framtíðar fiskiskipanin skal lagast og hvat skal henda eftir 2018.
- Vit eru eisini varugir við, at ES eisini er í ferð við at skipa sín fiskivinnupolitikk um frá 2012, og somuleiðis eru grannar okkara fyri vestan, íslendingar, í ferð við at umleggja sína fiskiskipan heilt av nýggjum, sigur Jacob Vestergaard.
Tað verður tí lagdur doyin á at fáa sett fokus á hetta øki, eisini við at fáa serfrøðingar inn at kjakast um framtíðar fiskiskipanina. Og í tí sambandi verður ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum í juni, har evnið verður hvussu vit umsita okkara fiskiveiði á bestan hátt til gagns fyri samfelagið.

Egna skrá
Hetta er ein møguleiki, sum Føroyar ikki hava havt áður, og hann er komin í lag orsakað av, at Danmark hevur formansskapin í ár.
- Vit hava fingið hendan møguleikan, og vit hava so mett um, hvat tað er, vit ynskja at leggja dent á, sigur Jacob Vestergaard.
Snikkað er til ein fullkomin skrá, har evnini eru:
• pelagiska kompleksið
• hvussu koma fiskirættindini samfelagnum til gagns
• umsiting av havvistskipanini, hvussu tulka vit burðardygga umsiting
• havið »Seas the Future«
- Eg meti sjálvur, at okkara umsiting hevur gjørt eitt gott arbeiði í hesum sambandi, og eitt serligt fokus verður sett á pelagsku fiskasløgini, sum hava sera stóran týdning, sigur Jacob Vestergaard.
Men hóast føroyingar nú hava fingið hendan møguleikan at vera limir í nevndunum hjá NR, so er hetta kortini ikki heilt nøktandi.
- Vit høvdu sjálvandi hldur verið fullgildir limir í Norðurlendska Ráðhararáðnum, men tá tað so ikki er lukkast enn, mugu vit taka við tí, ið vit fáa. Tað ræður um at verða við í so stóran mun sum til ber, sigur Jacob Vestergaard.
Hann heldur, at norðurlendska samstarvið hevur alstóran týdning.
- Og meðan vit framhaldandi stríðást fyri at fáa fullan limaskap, skulu vit taka av teimum møguleikum, vit fáa, og hetta er ein gyltur møguliki hjá okkum at vísa, hvat vit duga. Her kunnu vit vísa, at vit kunnu verða in aktivur viðleikari í norðurlendska samstarvinum, og at gera vart við okkara sjónarmið, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.