Ósemja um arbeiðsfólk
? Skuldi Havnar Arbeiðsmannafelag funnið uppá at sett tiltøk í verk ímóti Kollfirðingum, verður tað sett hart ímóti hørðum.
Tað sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag er limur í Føroya Arbeiðarafelag. Men nú Kollafjørður kom undir Havnina 1. januar, hevur Havnar Arbeiðsmannafelag kravt, at arbeiðsmenninir í Kollafirði melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og uppí Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann sigur, at tað ber ikki til at hava tvey arbeiðsmannafeløg í somu kommunu. Tað ber heldur ikki til, at arbeiðsmenn í somu kommunu skulu arbeiða undir ymsum sáttmálum, og sostatt eisini undir ymsum treytum - um so er, at tað skuldi hent, at sáttmálarnir verða ymiskir.
Karl Johansen, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag, hevur tvær ferðir áður sagt í samrøðu við Sosialin, at tað fer at fáa avleiðingar, um kollfirðingar ikki komu uppí Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann nevndi t.d., at tað bleiv trupult hjá arbeiðsmonnum úr Havn at fara til Kollafjarðar eftir ruski, at asfaltera o.s.fr.
Nú er kommunusamanleggingin ímillum Kollafjørð og Havnina veruleiki, men enn hava arbeiðsmenn í Kollafirði ikki meldað seg uppí Havnar Arbeiðsmannafelag og tað ætla teir heldur ikki at gera.
Men enn gongur alt sum vanligt og enn eru ongi tiltøk sett í verk ímóti kollfirðingum.
Hart ímóti hørðum
Hendan royndin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag at fáa arbeiðsmenn í Kollafjørði úr Føroya Arbeiðarafelag, er ikki blivin væl móttikin í Føroya Arbeiðarafelag.
Og svarið frá Føroya Arbeiðarafelag er rættiliga ítøkiligt.
? Vit hava givið øllum fyritøkum í Havn greið boð um, at fer Havnar Arbeiðsmannafelag at seta tiltøk í Kollfirðingum, fer Føroya Arbeiðarafelag beinanvegin at svara aftur við at seta tiltøk í verk ímóti limunum í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur Ingeborg Vinther.
? Tað vil t.d. siga, at tað fer ikki at bera til hjá nøkrum limi í Havnar Arbeiðsmannafelag at fara út á bygd at arbeiða, eitt nú at koyra vøru út í handarnar við heilsølubilum.
? Tað vil eisini siga, at øll vøra, og alt annað, sum verður uppskipað í Havn av limunum í Havnar Arbeiðsmannafelag, sleppur ikki at vera ført út á bygd.
? Sostatt fer tað ikki at bera til at lossa vørur í Havn og at koyra hana út á bygdirnar. Øll slík vøra verður innibyrgd í Havnini, sigur Ingeborg Vinther.