Seta ferðslutrygd í vanda fyri Landsverk

Uttan nakra avmerking eru tungir betongklossar settir út á vegin í miðbýnum í Havn – til stóran vanda fyri ferðslutrygdina

Í Bøkjarabrekku í miðbýnum í Havn, sum er ein tann mest ferðslutyngda gøtan í høvuðsstaðnum,  hevur Havnar Arbeiðsmannafelag sett nakrar stórar og tungar betongklossar út av vegin. Helst er hetta gjørt fyri at verja arbeiðsmenn, sum eru í ferð við at taka skrivstovubygningin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag – gamla Farodane-bygningin, sum hýsir Landsverki, niður.

 

Landsverk er tann stovnurin, sum hevur ábyrgdina av ferðslutrygdini á landsvegunum, so tað er kanka langunnar speisemi, at júst Landsverk er orsøkin til, at ferðslutrygdin verður sett í vanda í høvuðsstaðnum.

 

– Í kvøld er sýnið vánaligt, myrkt er og regn. Tá eg kom koyrandi niðan eftir Bøkjarabrekku mundi eg koyrt á hesar klossarnar, sigur ein bilførari, sum hevur vent sær til in.fo.

 

Tú skalt ikki vera serliga gáloysin fyri at koyra á hesar betongklossarnar í regninum og myrkrinum í kvøld. Tí beint ímóti ferðslulógini eru hesir klossar slongdir á vegin uttan nakra ávaring. Einki skelti, einki ljós, einki nakað, ið ávarar bilførarar um, at vandi er fyri framman.

 

Av politistøðini í Havn verður sagt, at slíkar forðingar skulu avmerkjast, um tær standa á vegnum – og hóast vakthavandi ikki kennir málið, so sigur hann, at loyvi skal fáast til slíkt.

 

Løgreglan fer nú at kanna málið nærri.