Seta fakfólk at kanna Hvítbókina

- Javnaðarflokkurin hevur tikið ta avgerð ikki at gera viðmerkingar til Hvítubók, fyrr enn flokkurin hevur havt høvi til at kanna og lesa tað samlaða tilfarið sigur Jóannes Eidesgaard

- Javnaðarflokkurin hevur tikið ta avgerð ikki at gera viðmerkingar til Hvítubók, fyrr enn flokkurin hevur havt høvi til at kanna og lesa tað samlaða tilfarið sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, nú Útvarpið á middegi í gjár almannakunngjørdi ein part av niðurstøðuni í Hvítbókini hjá landsstýrinum. Hann heldur ikki, at tað er rætt her og nú at gera viðmerkingar bara til hissini brot burtur úr Hvítbókini, sum koma fram í fjølmiðlunum.

- Javnaðarflokkurin ætlar at fyrireika seg væl og virðiliga til tað orðaskifti, sum verður. Flokkurin hevur longu sett ein bólk av fakfólki til vegna flokkin at kanna og eftirkanna tað, sum stendur í Hvítbókini. Her er talan um búskaparfrøðingar, samfelagsfrøðingar og løgfrøðingar, soleiðis at okkara sjónarmið eisini hava ta fakliga vektina, tá tey koma fram.

Formaður javnaðarfloksins vísir á, at nú hava samgongutingmenn í eina tíð havt møguleika at kunna seg við tilfarið í Hvítbókini, og av virðing fyri tí stóra arbeiðinum, sum er gjørt og tí álvarssemi, sum liggur í tjakinum, so er ikki rætt av andstøðutingmonnum at fara út í tjak, áðrenn teir hava havt umstøður at seta seg inn í alt tilfarið.