Seta Føroyar á evropeiska landakortið

Á Grækarismessu 12. mars verður forkunnug ráðstevna í Norðurlandahúsinum við heitinum ?Framtíð Føroya í Evropa?. Tað er Óli Samró og felag hansara Farec, sum skipa fyri ráðstevnuni, ið hevur til endamál at seta fokus á teir møguleikar vit hava sum partur av Evropa. Rás2 setir fokus á hetta í Vinnurásini í dag eftir tíðindini kl. 16. Spennandi nøvn verða á ráðstevnuni. Høvuðsrøðari er eingin mætari enn fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin Thorvald Stoltenberg. Hann er pápi núverandi forsætisráðharran í Noregi Jens Stoltenberg. Hoyrið meira um ráðstevnuna í Vinnurásini á Rás2 í dag. Jan Müller er vertur. Lesið meira um tilmelding og skrá á www.farec.fo

Í vinnurásini er eisini prát við teir báðar vinnararnar av Ársins Leiðaradegi, Regin Jacobsen og Hjalta í Jákupsstovu.